Innanlands

Síðsti tingfundur fyri valið í morgin

Tingfólk viðgera framvegis løgmansrøðuna

Páll á Reynatúgvu (Skíggjamynd)

Páll á Reynatúgvu (Skíggjamynd)

2019-08-01 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Síðsti løgtingsfundur í hesum tingsetuni verður í morgin.

Tað boðaði Páll á Reynatúgvu, tingformaður, frá fyri løtu síðani.

Løgtingið viðger framvegis røðu løgmans, sum hann helt ólavsøkudag. Og eins og løgmaður varð skýrdur fyri at føra valstríð við síni røðu, heldur valstríðið nú fram við teimum viðmerkingum, sum tingfólk hava til løgmansrøðuna.

Páll á Reynatúgvu, tingformaður, segði fyri løtu síðani, at ætlan hansara er at leggja tingfundin niður klokkan 19 í kvøld, og so halda fram í morgin. Og fundurin í morgin verður eisini seinasti ætlaði tingfundurin í hesi tingsetuni, legði hann afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder