Klokkan 16.26 lendi seinasta flogfarið hjá Atlantic Airways áðrenn jól við ferðandi, sum komu heim til jólar. Eingin fráfeðr ella koma eru á skrá aftur fyrr enn annan jóladag.
Hesa seinastu vikuna uppundir jól hevur Atlantic Airways havt ikki færri enn 35 komur frá sjey ymsum ferðamálum við tilsamans sløkum 5.000 ferðandi til Føroya – heilt ítøkiliga 4.826 ferðandi.
- Um jólini, eins og tá tørvur er á tí, seta vit altíð eyka flogfør inn, so tað er gjørligt hjá øllum, sum vilja, at sleppa til og úr Føroyum. Og so er tað eisini nakað heilt serligt at flúgva fólk heim at halda jól. Øll eru spent og vilja sleppa heim til síni kæru, so huglagið umborð er altíð eyka gott hesar túrarnar, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald