Mentan

Signar hitar upp við Creedence-sangum

Signar í Homrum hitar upp fyri Uriah Heep

2018-09-01 17:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Signar í Homrum hitar upp til framførsluna hjá Uriah Heep í Føroyum tann 22. september. Signar fer at tulka sangir hjá Creedence Clearwater Revival, sum hevði sína stórtíð um sama mundið, sum Uriah Heep fekk fótin fyri seg á altjóða rockpallinum.

"Mín áhugi fyri Creedence byrjaði tíðliga, og eg lurtaði eftir teirra kendastu sangum – »Proud Mary«, »Have You Ever Seen The Rain« og hinum. Tá ið eg so hoyrdi sangin »As Long As I Can See the Light«, var eg púra seldur. Røddin hjá John Fogerty er ektað og innlig, og eg kann framvegis tann dag í dag fáa gásarhold, tá ið eg hoyri tann sangin," sigur Signar í Homrum.

Hann fer sum solistur at spæla nakrar av kendu sangunum hjá Creedence, áðrenn Uriah Heep tekur pallin.

"Eg eri sera fegin um, at eg sleppi at spæla á konsert saman við Uriah Heep. Teirra rocktónleikur er framúr góður, og teir teljast millum teir stóru bólkarnar í bretsku rocksøguni. Tí er tað ein heiður at sleppa at hita upp fyri teir," sigur Signar í Homrum.

Konsertin við Uriah Heep verður í Dansifrøi leygarkvøldið 22. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder