Uttanlands

Sildreki strandaði langt uppi í Temsánni

Ungi sildrekin varð avlívaður í gjár

2021-05-11 12:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ungur sildreki var í gjár avlívaður í Temsánni nærhendis London. Hvalurin var strandaður við ein áarbakka í Teddington býarpartinum í útsynningspartinum av London.

Tað vil siga, at hann hevur svomið rættiliga langt niðan í ánna gjøgnum miðbýin í London.

Boð vórðu send eftir djóralæknum at avlíva hvalin, tí ongi líkindi vóru til, at hann kundi fáast til havs aftur uttan at taka skaða, skrivar SkyNews.

Ungi hvalurin var millum tríggjar og fýra metrar langur. Hann varð fyrstu ferð sæddur við brúnna Richmond Lock and Weir sunnukvøldið.

Nakrar royndir vórðu gjørdar at beina hvalin út aftur á djúpari vatn eftir at hann hevði svomið seg fastan, men tað eydnaðist ikki, og tí varð gjørt av at avlíva hann í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder