Eins og undanfarin ár verða KÍ-høllin og Badmintonhøllin karmur um stórt og hugtakandi Silvaland.
Talan er um ein innandura frístað til børnini, har øll kunnu hugna sær, hava tað stuttligt, síggja tað mest ótrúliga og hoyra søgur, sangir og tónleik. Allar upplivingar eru sjálvandi í barnahædd. Møguleiki er at vitja teknikrókin, heilsa uppá Silva, og sum nakað nýtt og serligt verður ein risastórur dinosaurur at síggja. Eisini er spæliøki við ballónrúmi, boing bóltum, hoppiborgum og trampolinum á staðnum.
Uttanfyri hallirnar eru fitt føroysk ross, sum børnini kunnu royna. Og ikki at gloyma ta spennandi føroysku víkingabygdina, har tað er nógv stuttligt at læra, síggja og uppliva.
Í Silvalandinum ber til at seta seg niður og keypa sær okkurt at eta og drekka. Somuleiðis er eitt øki til pinkubørn og skiftimøguleikar.
Innanlands
Silvaland verður aftur í hallunum á Summar Festivalinum
Summarfestivalurin ger nógv burturúr, at familjan og smáu gestirnir fáa eina góða festivaluppliving.
Silvalandið veðrur her í Badmintonhøllini og í KÍ-høllini (Mynd: Summar Festivalurin)
2019-08-07 18:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald