Innanlands

Silver Spitfire G-IRTY flogfar lendi í Vágum

Hetta flogfarið skal vitja 100 støð í 30 londum næstu fimm mánaðirnar

2019-08-08 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag setti eitt Silver Spitfire G-IRTY flogfar seg á flogvøllin í Vágum.

Tað skrivar VP.fo.

Hetta flogfarið skal, sambært BBC, flúgva runt knøttin.

Ferðin byrjaði mándagin, tá tveir flogskiparar fóru úr Sussex í Onglandi.

Ætlanin er, at flogfarið skal flúgva 27.000 míl og vitja 100 støð í 30 londum tær næstu fimm mánaðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder