![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur í vikuni verið á fundi í Reykjavík saman við heilsumálaráðharrunum úr Íslandi og Grønlandi. Tað skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni.
Sirið Stenberg sigur, at hóast londini eru sera ymisk í nógvar mátar, so er tað nógv, sum vit kunnu læra av hvørjum øðrum og samstarva um.
Á fundinum hava Svandis Svavarsdóttir úr Íslandi, Doris J. Jensen úr Grønlandi og Sirið Stenberg kunnað hvønn annan um tey mál, sum eru á breddanum á heilsuøkinum í teimum trimum londunum.
Sum dømi nevnir Sirið Stenberg, at heilsumálaráðharrarnir hava greitt hvørjum øðrum frá hvar verður gjørt fyri at fáa fáa til vega fleiri heilsustarvsfólk til heilsuverkini í Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
Í hesum sambandi kunnaði Sirið Stenberg um serligu serlæknapuljuna, sum hevur til endamáls at fáa fleiri serlæknar til sjúkrahúsverkið.
Heilsumálaráðharrarnir umrøddu eisini tilbúgvingina í Útnorðri, umframt viðurskifti hjá teimum trimum londunum við ES og hvørja ávirkan Brexit kann fara at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald