Tann skipanin, sum skal gera tað møguligt hjá dønum, sum ynskja at verða koppsett við koppingarevni frá AstraZeneca ella Johnson & Johnson, sum eru tikin úr donsku koppsetingarætlanini, er ávegis.
Tað segði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke á tíðindafundi í dag.
Hósdagin verður kunngerðin um nýggju koppsetingarskipanina send til almenna hoyring, og hetta fer at taka eina viku. Ímeðan verður tosað við tær privatu fyritøkurnar, sum hava víst áhuga í at taka sær av koppsetingini.
Skipanin skal helst setast í verk skjótast gjørligt, sigur hann.
Tey, sum ynskja at brúka hesa skipanina skulu undir øllum umstøðum fyrst tosa við ein lækna fyri at verða kunnaði um vandan við koppingarevninum.
Teir skamtarnir, sum Danmark ikki fer at brúka, verða latnir øðrum, sum ynskja at brúka teir. Eitt nú hevur Týskland longu fingið tilboð um 55.000 skamtar frá AstraZeneca, skrivar Jyllands-Posten.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald