Uttanlands

Sjálvboðin kunnu fáa AstraZeneca

Danska heilsustýrið ætlar at bjóða hetta koppingarevnið, hóast mælt hevur verið frá tí orsaka av vanda fyri hjáárinum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-05-03 12:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska heilsustýrið hevur nú givið grønt ljós fyri, at danir sjálvbodnir kunnu lata seg koppseta við koppingarevninum frá AstraZeneca.

Tað kemur fram í einum uppriti, sum Danmarks Radio hevur fingið fatur á. Uppritið er er sent til framsøgufólkini við heilsumálum á fólkatingi, undan einum fundi, ið skal haldast í dag.

Heilsustýrið skrivar í uppritinum, at “tað kann gerast ein skipan, har til ber at bjóða góðkendar covid-19 vaksinur, men sum ikki verða viðmæltar ella verða bjóðaðar í koppsetingarætlanini”.

Donsku heilsumyndugleikarnir støðgaðu við at brúka AstraZeneca 11. mars, og 14. apríl avgjørdi heilsustýrið at hetta evnið ikki skuldi brúkast, tí mett varð, at vandin fyri álvarsligum hjáárinum var ov stórur.

Kommunulæknarnir eru ikki sinnaðir at ataka sær uppgávuna at koppseta við AstraZeneca, og einasti áhugaði er frá felagnum Practico, sum frammanundan hevur vunnið útboðið at hópkoppseta í Region Sjælland og Region Syddanmark, skrivar dr.dk.

Heilsumálaráðið roknar við, at henda skipanin er klár hjá dønum at brúka seinni í hesum mánaðinum. Hvussu skipanin skal setast í verk, skal ássetast í avtalu millum flokkarnar á fólkatingi.

Danmarik hevur tilsamand 442.500 skamtir av AstraZeneca. Í løtuni 243.500 skamtir á goymslu, og í hesi vikuni koma 199.000 afturat, upplýsir Statens Serum Institut, sambært dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder