2018-11-20 16:40
Í minsta lagi 40 fólk lótu lív og 70 fólk vórðu særd í einum sjálvmorðsálopi í afghanska høvuðsstaðnum Kabul.
Sjálvmorðsbumban brast í einum sali á hotellinum Uranus Wedding Palace, har religiøsir islamiskir leiðarar vóru savnaðir til bøn í sambandi við føðingardegnum hjá Muhammed profeti.
Sambært DR hevur eingin enn tikið ábyrgdina fyri álopið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald