Innanlands

Sjálvtendrandi klútur helst orsøk til eldsbruna

Familjan vaknaði av roykvarnarunum og náddi at boða frá áðrenn stórur skaði hendi

2019-08-08 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um eitt tíðina í nátt varð boðað frá eldi í einum sethúsum í Hoyvík.

Eldurin kyknaði í ruskspannini uttanfyri, og var festur í takrennuna á húsunum og hevði breitt seg upp til úthangið á takinum tá sløkkiliðið kom fram.

Tey fýra fólkini, sum vóru í húsunum, vaknaðu av roykvarnarunum, og boðaðu sjálvi alarmsentralinum frá eldsbrunanum.

Tað vísti seg, at vera ein sjálvkyknaður eldur.

Tey høvdu smurt olju á ein pall uttan fyri húsini í gjár, og høvdu lagt ein klút, ið varð brúktur í hesum sambandi, í ruskspannina.

Á slíkum oljudunkum verður ávarað móti, at oljutir klútar kunnu kykna av sær sjálvum orsaka av hitanum, ið verður gjørdur í slíkum klútum. Og tað var tað, sum hendi í skrellispannini í Hoyvík í gjárkvøldið.

Hóast eldurin ikki rættiliga náddi at festa í, kom so nógvur roykur inn í húsini, at familjan mátti finna sær annað stað at sova í nátt.

- Slíkar ávaringar skulu takast í álvara. Tað er hent fyrr, at slíkir oljumettaðir klútar kunnu gera stóran skaða. Teir eiga tí at verða vætaðir og lagdir í eitt afturlatið ílat tá teir verða tveittir burtur, sigur vakthavandi á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder