2018-12-14 10:05
Ein sjey ára gomul genta úr Guatemala doyði, átta tímar eftir at pápi hennara og hon vórðu handtikin við markið millum USA og Meksiko.
Tey bæði vórðu afturhildin av flóttafólkamyndugleikunum í Ný Meksiko tann 6. desember, saman við 163 øðrum flóttafólkum.
Gentan doyði, sambært The Washington Post, av uppturking og skelki meiri enn átta tímar eftir at hon var komin í varðhald hjá myndugleikunum.
Gentan hevði einki fingið at eta í fleiri tímar, og fyrr um dagin var hennara kropshiti máldur at verða 40,9 hitastig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald