Í býnum Colorado Springs í amerikanska statinum Colorado, hava sjey fólk latið lív, eftir at ein maður skeyt inni í einari føðingardagsveitslu.
Unnustan hjá manninum var eisini til staðar í veitsluni, og eftir at maðurin hevði skotið hana og fimm onnur, skeyt hann seg sjálvan eisini.
– Hann koyrdi til bústaðin, fór inn og skeyt fólk, áðrenn hann tók sítt egna lív, er frágreiðingin hjá løgregluni í býnum.
Seks doyðu á staðnum, meðan ein maður andaðist á sjúkrahúsinum seinni, skrivar The Gazette.
Upplýst verður, at børn eisini vóru í veitsluni, men tey vórðu ikki skotin.
Enn er ikki greitt, hvat motivið hjá drápsmanninum var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald