Framsýningin av livandi fiski og krabbadjórum á Føroya Sjómannadegi er í vanda orsaka av nýggju djóravernarlóggávuni. Tað skrivar Norðlýsið í kvøld.
- Sambært henni (djóraverndarlóggávuni, red.) er ikki longur loyvt at forstýra krabbar og fisk óneyðugt‚ so tey verða stressað, sigur Eyðstein Poulsen, ein av fyriskiparunum av Sjómannaadegnum.
- Framsýningin av livandi fiskum og skjeljadjórum hevur verið ein av stóru upplivingunum á Føroya Sjómannadegi, men nú er ivasamt‚ um tiltakið er forsvarligt.
Sambært lógini, sum kom í gildi farnu tingsetu, kann tað fáa álvarsamar fylgir fyri fyriskipararnir um okkurt av krabbadjórunum skuldi doyð av stressi, og onkur meldar hetta.
Hann sigur við Norðlýsið, at hetta er ein løgin kensla. Teir hava handfarið tilfeingið, sum livur í havinum, síðani teir vóru smádreingir, og verða nú vegleiddir av sakførara hvussu man skal handfara fisk og krabbar.
- Fyri ikki at enda handan rimar, sigur Eyðstein Poulsen, nevndarlimur í Føroya Sjómannadegi við Norðlýsið.
Sjómannadagurin er leygardagin 18. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald