Innanlands

Sjómannadagsvikan komin væl frá byrjan

Føroya sjómannadagur setur sín dám á alla hesa vikuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-08-16 08:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Læruríkar og áhugaverdar framløgur og fyrilestrar eru á skránni flestu kvøldini í sjómannadagsvikuni, og í gjár vóru tvær slíkar á skránni í Miðhøllini. Bogi Jacobsen, stjóri á uppisjóvarvirkinum Varðanum Pelagic á Tvøroyri legði fyri við framløgu undir heitinum "Úr øskuni inn í framtíðina", har hann greiddi frá lagnudegnum 9. juni 2017, tá virkið á Tvøroyri brendi í størsta eldi í føryskari søgu. 

Framløgan hjá Boga snúði seg eisini um endurbyggingina av Varðanum Pelagic og framtíðarætlanirnar fyri virkið.

Eftir hetta legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri fram um aktuellar verkætlanir hjá kommununi, eitt nú nýggja vinnuøkið á Borðoyarvík, nýggi miðbýurin og onnur átøk, sum eru við til at menna býin og bygdirnar í kommununi, skrivar kommunan á heimasíðu síni. 

Umframt framløgur var eisini høvi at uppliva nýggja miðbýin í tykisveruleika (virtual reality), og harafturat var drekkamunnur við smákøkum eisini at fáa. Heilt fitt av fólki møtti til tiltakið, sum í heila tikið var væleydnað. 

í gjár var fiskivinnuting í Miðhøllini har allir politisku flokkarnir í tingi høvdu umboð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder