Uttanlands

Sjónband: Maðurin verður handtikin

Lokal útvarpsrás sigur, at løgreglan viðger hendingina sum ein yvirgangsatsókn

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2018-08-14 09:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri fólk vórðu í morgun árend av bili, sum koyrdi á fólk og inn í ein verjugarð uttanfyri bretska parlamentið í London í morgun.

Tað var klokkan 7:37, at hendingin fór fram. Løgreglan var skjót á staðið og handtók mannin sum koyrdi.

Vincent McAviney, tíðindamaður hjá Euronews/NBC UK var á staðnum. Hann sigur, at løgreglan hevur stongt Westminster Square, og at ein lokal útvarpsrás hevur sagt, at løgreglan viðgerð hendingina sum eina yvirgangsatsókn.

 Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at síggja sjónbandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder