Í dag hava sjórænarar rænt 12 av manningini frá einum handilsskipi út fyri Nigeria.
Tað er sveisiska flutningsfyritøkan Massoel, ið eigur skipið.
Skipið varð álopið millum Port Harcourt og nigeriska høvuðsstaðin Lagos. Her fóru sjórænararnir umborð á skipið og tóku ein part av manningini við sær. Tað eydnaðist sjey at sleppa undan at verða tikin, skrivar DR.
Sambært Massoel hevði flutningsskipið hveiti í lastini.
Tað er ikki óvanligt, at sjóranarar ræna skipsmanningar tætt við Nigeria fyri at krevja loysigjald. Seinastu árini hava sjórænarar rænt eina rúgvu av útlendingum.
Massoel sigur í skrivi, at fyritøkan arbeiðir saman við myndugleikunum fyri at tryggja, at gíslarnar verða leyslatnir skjótast gjørligt.
Sambært sveisiska uttanríkismálaráðnum hava tey frætt, at eingin av gíslunum er úr Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald