David Berry úr Missouri í USA skal hyggja eftir Bambi, disney-filminum, einaferð um mánaðin sum partur av dómi, hann hevur fingið fyri at drepa fleiri hundrað reinsdjór ólóglia. Umframt at hyggja eftir filminum, skal maðurin eisini gjalda 51.000 dollarar í bót og fongslast í 120 dagar.
Pápin og beiggin hjá manninum eru eisini handtiknir fyri ólógliga veiðu. Allir tríggir hava mist loyvið at veiða í økinum.
Maðurin skal hava dripið reinsdjórini og skorið høvdið av teimum. Restina av djórinum lat hann liggja. Summi av høvdunum eru stappaði út og seld.
Løgreglan í Missouri hevur kannað málið í átta mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald