Uttanlands

Skal hýsa koronasjúklingum í staðin fyri Eurovision

Altjóða Eurovision sangkappingin er avlýst í ár, og tí verður Rotterdam Ahoy, sum skuldi vera karmur um kappingina, nú umskapað til eitt fyribils koronasjúkrahús

Rotterdam Ahoy (Mynd: EPA)

Rotterdam Ahoy (Mynd: EPA)

2020-03-30 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Rotterdam Ahoy, sum eftir ætlan skuldi vera karmur um altjóða Eurovision sangkappingina í mai, skal nú brúkast sum sjúkrahús í eitt tíðarskeið.

Sambært Politiken skal Rotterdam Ahoy taka ímóti sjúklingum við koronasmittu. Higartil er pláss gjørt til 88 sjúklingar, men tað er møguligt at gera pláss til upp móti 680.

Tað var 18. mars, at avgerð varð tikin um at avlýsa ársins altjóða Eurovision sangkapping, sum skuldi vera í hollendska býnum Rotterdam, orsakað av koronasmittuni.

Sum skilst, verður Eurovision sangkappingin aftur í 2021 í Rotterdam, men tá ber ikki til at luttaka við sangum, sum vórðu valdir til kappingina í ár. Hóast hetta, hava fleiri lond longu boðað frá, at tey fara at senda teir somu luttakararnar at umboða seg næsta ár, skrivar heimasíðan hjá Eurovision Song Contest.

Les eisini: Einki Eurovision í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder