
Í mars í ár var arbeiðið at gera nýggju útstykkingina suður frá Hórheiðum á Skála liðugt. Tá handaði stjórin í felagnum Articon Runavíkar kommunu útstykkingina.
Talan er um 27 byggibúgvin grundstykkir, men síðan hava tey, sum ætla at byggja í økinum ikki hoyrt aftur frá kommununi.
Men nú hendir nakað.
Runavíkar kommuna skrivaði soleiðis á heimasíðuni í gjár: Av góðum grundum hava tey áhugaðu fregnast eftir skeytunum, og í morgun fekk kommunan í posti at vita frá Umhvørvisstovuni, at nú er umsíðir klárt at senda teimum, sum ætla at byggja í nýggju útstykkingini, skeytini. Farið er undir at avgreiða málini, og næstu dagarnar vera skeytini umsøkjarunum í hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald