2018-12-28 08:10
Eitt skip frá hjálparfelagsskapinum Open Arms kemur í morgun til bryggju í Crinavis í Suðurspania. Umborð á skipinum eru 310 ólógligir tilflytarar.
Tilflytararnir vórðu bjargaðir av trimum lítlum bátum út fyri Lybia tann 21. desember.
Bæði Italia og Malta hava nokta fyri at taka ímóti tilflytarunum, skrivar AFP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald