2021-04-24 16:44
Sunnudagin klokkan 15 verður flaggdagshald á Vaglinum í Havn, har Bergtóra Høgnadóttir heldur flaggdagsrøðuna, men aftaná flaggdagsrøðuna á Vaglinum, verður skipað fyri øðrum flaggdagshaldi í Auluni í Finsen.
Tað eru Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldi, sum skipa fyri.
Høgni í Stórustovu og Beinta Løwe bera fram røður, og Brimhvítt fer at spæla nøkur løg. Eisini verður høvi at fáa sær ein kaffimunn og køku.
Aulan í Finsen verður opin millum klokkan 14 og 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald