Uttanlands

Skipa fyri vinnuferð til Ísrael í heyst

Í sambandi við, at Føroyar hava latið upp sendistovu í Ísrael, fyriskipar Uttanríkis- og Mentamálaráðið eina vinnuferð til Ísrael í oktober

Við á vinnuferðini til Ísrael verður Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Við á vinnuferðini til Ísrael verður Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

2021-06-02 21:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at Føroyar hava latið upp sendistovu í Ísrael, fyriskipar Uttanríkis- og Mentamálaráðið eina vinnuferð til Ísrael í døgunum 13.-19. oktober. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, luttekur á ferðini.

Vitjað verður bæði í Tel Aviv og í Jerusalem, og á skránni eru fleiri felags tiltøk umframt fundir, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Ein fyribils skrá fyri ferðina er gjørd, og hon sær soleiðsi út:

13. og 14. oktober vitjar ferðalagið í Tel Aviv. Á skránni í Tel Aviv er hátíðarhald á Sendistovu Føroya, í sambandi við at sendistovan er latin upp. Harumframt verða vinnu- og stovnsvitjanir á skrá. Endamálið við hesum vitjanum er at geva íblástur og vitan um vinnulívið í Ísrael.

Fríggjadag 15. oktober gongur leiðin til Jerusalem. Leygardagur er sabbatur og frídagur, og tá verður møguleiki fyri m.a. rundvísing í Jerusalem.

Sunnudagin, mánadagin og týsdagin fyrrapart, 17.-19. oktober, eru felags tiltøk og business-to-business fundir á skránni. Einstøku fyritøkurnar hava á business-to-business fundunum møguleika fyri at møtast við møguligum framtíðar kundum og samstarvsfeløgum í Ísrael.

Sendistovan í Tel Aviv vil fegin, fyri eitt minni gjald, bjóða føroysku fyritøkunum at finna fram viðkomandi ísraelskar fyritøkur, sum føroyskir luttakarar ynskja at møta og leggja til rættis fundir við hesar.

Ætlanin er, at ferðalagið flýgur beinleiðis úr Føroyum til Ísrael og aftur, treytað av nóg stórari luttøku til ferðina.

Kunnað verður um tilmelding seinni, men nærri upplýsingar um ferðina kunnu fáast við at venda sær til føroysku sendistovuna í Ísrael, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder