Uttanlands

Skjótt kunnu samkyndir menn í Danmark geva blóð

Tað er ikki loyvt hjá samkyndum monnum at geva blóð. Men frá 2019 kunnu teir helst tað í Danmark

Mynd: Faroe Pride 2017/ Jens Kr. Vang

Mynd: Faroe Pride 2017/ Jens Kr. Vang

2018-08-18 09:39 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tað er ikki møguligt hjá samkyndum monnum at geva blóð í Føroyum ella Danmark. Men danski heilsumálaráðharrin, Ellen Trane Nørby frá Vinstra flokkinum, sigur við DR.dk at hettar verður broytt næsta ár. 

Tað er ótti fyri HIV smittuni, sum hevur verið grundgeving fyri, at samkyndir menn ikki kunnu geva blóð. Og hóast ætlanin er at javnstilla samkyndar menn í rættinum at geva blóð, verður hettar ikki heilt gjørt. Tí ætlanin er at seta sum krav til samkyndar menn, sum vilja geva blóð, at teir ikki hava havt samløgu í fýra mánaðir ella at teir liva í einum føstum parlagi. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder