Uttanlands

Skolaði livandi fisk inn yvir býin

Melduródnin Manghkut rakti í gjár Hong Kong

Mynd: Hong Kong Free Press

Mynd: Hong Kong Free Press

2018-09-17 12:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum nú er, hevur melduródnin Manghkut rakt uml. 5 milliónir fólk og kravt í minsta lagið 64 mannalív.

Ódnin rakti í gjár býin Hong Kong, har hon oyðilegði fleiri bygningar og særdi í minsta lagið 100 fólk.

Eisini reis sjógvurin 3,5 metrar og skolaði inn yvir býin og legði livandi fiskar eftir sær.

Túsundatals ferðafólk vóru eisini strandaði, tí flogvøllurin í Hong Kong varð stongdur, skrivar TV2.

Melduródnin Manghkut er nú ávegis inn yvir Kina, og fleiri fólk eru flutt burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder