Uttanlands

Skotar velja nýtt tjóðarting í dag

Spurningurin um loysing er aftur  høvuðsmál í skotskum politikki

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-06 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skotar fara á val í dag at velja nýtt tjóðarting – dagurin kann tí gerast ein avgerandi dagur fyri Skotland, sum partur av Stórabretlandi.

Loysing hevur verið ein stórur partur av valstríðnum, og Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri, og leiðari fyri tjóðskaparflokkin SNP, hevur kallað valið í dag fyri tað týdningarmesta í søgu Skotlands.

SNP – Scottish Natkonal Party – fer til val við kravi um at fáa eina fólkaatkvøðu um sjálvstýri í 2023, men bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur fleiri ferðir víst aftur, at tað kann koma upp á tal.

Um ein meiriluti av veljarunum í dag taka undir við SNP, hevur Boris Johnson “ongan fólkaræðisligan ella moralskan rætt til at sýta fyri eini fólkaatkvøðu”, sigur Sturgeon.

Tað er stjórnin í London, ið eigur avgerðina um skotar sleppa at halda eina slíka fólkaatkvøðu. Í 2014 loyvdi stjórnin fólkaatkvøðu um sjálvstýri. Tá varð sagt, at slík atkvøða bert eigur at haldast eina ferð fyri hvørt ættarlið.

Ein meiriluti av veljarunum atkvøddi tá nei til at taka seg úr yvir 300 ára gamla bretska samríkinum, og harvið skuldi tann spurningurin verið avgreiddur.

Men sambært Sturgeon og SNP vórðu treytirnar fyri teirri fólkaatkvøðuni broyttar, tá Stórabretland í 2016 gjørdi av at lima seg úr ES.

Í Skotlandi var nevniliga greiður meiriluti fyri framhaldandi limaskapi í EU.

Nýggjastu veljarakanningarnar hava víst, at tað er ein meiriluti í skotska fólkinum fyri sjálvstýri.

Nicola Sturgeon hevur sagt, at hon ætlar at halda eina nýggja fólkaatkvøðu, um flokkur hennara fær meiriluta í skotska tjóðartinginum, har 129 umboð skulu veljast.

Tí er spenningur um, hvussu stóra undirtøku SNP fær á valinum í dag.

Allar veljarakanningar vísa, at SNP varðveitir valdið í Skotlandi, men vísa eisini á ein møguleika fyri lítlari afturgongd til flokkin. Ein kanning fyri blaðið The Scotsman vísti, at SNP kemur til at mangla seks sessir í at fáa meiriluta í tjóðartinginum.

SNP hevur í eitt skeið sitið einsamalt við meirilutanum í tjóðartinginum, ið kallast Holyrood. Tað var í 2011. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder