Uttanlands

Skottilburður á jólamarknaði í Strasbourg

Í minsta lagið ein persónur latið lív og tíggju eru særd. Franska løgreglan leitar eftir einum gerningsmanni

2018-12-11 20:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Franska løgreglan er í hægstu tilbúgving í býnum Strasbourg eftir ein skottilburð nærhendis einum jólamarknaði.

Íbúgvar verða bidnir um at halda seg innandura, og at halda seg burtur frá miðbýnum, skriva útlendskir miðlar.

Lokalu myndugleikarnir upplýsa, at í minsta lagið ein persónur hevur latið lív og tíggju eru særd.

[object Object]

Løgreglan leitar eftir einum gerningsmanni, sum hevur skotið í tveimum ymsum støðum í miðbýnum í Strasbourg. Fyrst á jólamarknaðinum og eftir tað nærhendis.

Hildið verður, at talan er bara um ein gerningsmann, og hann er sloppin til rýmingar. Sambært Danmarks Radio veit løgreglan hvør gerningsmaðurin er.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder