2021-06-12 11:50
Í dag vórðu í minsta lagi 13 fólk særd undir einum skottilburði í Austin í amerikanska statinum Texas, upplýsir løgreglan í Austin. Hjá tveimum av teimum særdu er støðan hættislig.
Hendingin fór fram leygarmorgunin lokala tíð. Heitt verður á borgarar um at halda seg burtur frá økinum.
Orsøkin til tilburðin er higartil ógreið, og ongar upplýsingar eru um, hvør stendur aftanfyri, skrivar CNN.
Løgreglan er í løtuni í ferð við at kanna upptøkur frá vakmyndatólum í økinum fyri at fáa greiðu á, hvat er hent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald