Uttanlands

Skottilburður í Indianapolis: Átta latið lív og fleiri særd

Higartil er einki komið fram um motivið hjá brotsmanninum, sum helst hevur tikið lívið av sær sjálvum, sigur løgreglan í amerikanska býnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-16 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin amerikanska tíð vórðu fleiri persónar skotnir í amerikanska býnum Indianapolis í statinum Indiana.

Sambært talsfólk hjá lokalu løgregluni eru fleiri persónar særdir og koyrdir á sjúkrahús, men hvussu nógvir persónar talan er um, er ikki greitt.

Fleiri amerikanskir miðlar skriva, at átta persónar hava latið lív, harímillum brotsmaðurin sjálvur. Hildið verður, at hann tók lívið av sær sjálvum.

Skotið varð við ein bygning hjá flutningsfyritøkuni FedEx nærindis floghavnina í Indianapolis.

Higartil er einki komið fram um motivið hjá brotsmanninum, skrivar Ritzau.

placeholder
placeholder