10 fólk, tvey av teimum børn, eru innløgd eftir ein skottilburð í bretska býnum Mancheter.
Sambært Politiken fór hendingin fram í Moss Side-býarpartinum.
Løgreglan í Manchester fekk um hálvgum trý-tíðina í nátt boð um hendingina, og sendi hon tí eina rúgvu av vápnaðum og óvápnaðum fólki á staðið. Tá løgreglan kom á staðið, vóru fleiri særd, boðar lokala løgreglan frá í tíðindaskrivi.
"Fleiri fólk eru á sjúkrahúsinum, har tey verða viðgjørd fyri ymiskt. Tíbetur síggja tey flestu ikki út til at vera í lívsvanda sum nú er," stendur m.a. í skrivinum.
9 av teimum 10 særdu eru ikki álvarsliga særd, meðan støðan hjá tí 10. - ein maður - verður mett at vera álvarsom.
Vegna festivali vóru nógv fólk til staðar, tá skotið varð. Enn veit løgreglan ikki rættiliga, hvat er farið fram, og enn er eingin handtikin í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald