Ein skottilburður í amerikanska býnum Miami hevur í nátt kravt í minsta lagi tvey mannalív, og eini 25 onnur eru særd.
Hendingin fór fram eftir, at ein konsert hevði verið í býnum. Nakrir konsertgestir stóðu uttanfyri konserthølið, tá ein bilur steðgaði frammanfyri bygninginum. Tríggir mans lupu úr bilinum og byrjaðu at skjóta eftir mannamúgvuni.
Hildið verður, sambært lokalu løgregluni, at álopið varð rættað móti ávísum persónum.
Sum áður nevnt, vórðu eini 25 persónar særdir í nátt, og hjá einum teirra er støðan hættislig, skrivar miðilin Miami Herald.
Hetta var tó ikki einasti skottilburður, sum Miami hevur upplivað um vikuskiftið. Seint fríggjakvøldið ella leygarnáttina varð ein persónur eisini skotin til deyðis í býarpartinum Wynwood, og seks onnur vórðu særd. Í hesum førinum varð skotið úr einum bili, sum koyrdi framvið mannamúgvuni.
Sum skilst er eingin handtikin í málinum, og løgreglan sóknast enn eftir upplýsingum um drápsmenninar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald