2021-05-13 16:23
Fríggjadagin 28. mai verður mentanarnátt á Tvøroyri, og í hesum sambandi verður ein ørgrynna av tiltøkum at fara til. M.a. verða fleiri framsýningar og konsertir.
Tvøroyrar kommuna hevur nú almannakunngjørt skránna fyri mentanarnáttina, og eisini fer kommunan at kunna nærri um einstøku tiltøkini komandi tíðina, boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.
Skráin til mentanarnáttina á Tvøroyri, sum sæst her, kemur eisini í prentaðari útgávu til hvørt húsarhald í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald