placeholder
Uttanlands

Skrivstova fyri samstarv sprongd í luftina

Norðurkorea sigst hava bumbað bygningin í aftursvari móti propaganda, sum Suðurkorea hevur sent yvir markið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-16 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurkorea hevur sprongt og oyðilagt ein bygning í ávvápnaða økinum millum Norður- og Suðurkorea.

Tað skrivar suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap.

Eygnavitni siga, at tey hoyrdu eina stóra spreinging og sóu royk úr markabýnum Kaesong í Norðurkorea.

Kaesong liggur um fimm kilometrar frá landamarkinum, og sprongdi bygningurin skal vera ein skrivstova, sum arbeiðir fyri samstarvi millum Norður- og Suðurkorea.

Ráðharraráðið fyri sameining og KCNA tíðindastovan í Norðurkorea vátta tíðindini.

Herurin í Norðurkorea hótti fyrr í dag við at seta herdeildin inn í avvápnaða økið, sum skilir londini.

Spenningurin er øktur millum londini eftir at suðurkoreansk atgerðarfólk hava send propagandarit yvir um markið til Norðurkorea.

Stýrið í Norðurkorea krevur nú av Suðurkorea, at okkurt verður gjørt móti hesum fólkum, sum havast at norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un.

Eisini systir leiðaran, Kim Yo-jong, hevur hótt við mótatsóknum.

Skrivstovan, ið nú er sprongd, varð sett á stovn í 2018 tá leiðararnir í londunum skrivaðu undir eina avtalu, har teir lovaðu at enda fíggindaligu atgerðirnar móti hvørøðrum og at gera koreansku hálvoynna kjarnorkufría. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder