2018-08-22 08:54
Vestmenningar høvdu trupulleikar við at sova í nátt, tí at ein klokka ringdi um alla bygdina.
- Vit fingu fráboðan í morgun um 6 tíðina, at skúlaklokkan í Vestmanna hevði ringt í einari tveir tímar. Fólk fingu ikki sovið fyri larminum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
At byrja við varð ikki greitt hvat hetta var fyri nakað, sum bleiv við at ringja. Men eftir áleið tveir tímar var onkur farin at kanna larmin, og fann útav at tað var skúlaklokkan, sum ringdi.
Fólk sløktu klokkuna, og vestmenningar kundi sova tað, ið eftir var av morgninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald