Innanlands

Skuldsettur fyri at sparka pitsa á vegin

Ein annar varð skuldsettur fyri harðskapsmál

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-11-26 10:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan hevði úr at gera sunnumorgun, tá skeinkistøðini í Havn lótu aftur. Vanligt er, tá skeinkistøðini lata aftur, at fólk fara til ymisku matarstøðini at keypa sær okkurt til matna. Og tá er ikki óvanligt, at tað kemur til ilnar millum fólk.

Sunnumorgunin var ein persónur skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, tí at hesin vísti harðligan atburð móti øðrum. Hesin gjørdist óður um eitthvørt, og vísti harðligan atburð móti øðrum á matarstaði, tá hesin millum annað sparkaði eina pitsa úr hondunum hjá persóni, so at hendan datt á vegin. Slíkur atburður verður ikki góðtikin, og persónurin varð tí skuldsettur.

Eitt harðskapsmál stóðst eisini í eini bíðirøð til at keypa pitsa sunnumorgunin. Ilt kom millum fólk, og endin var at ein skallaði ein annan í andlitið. Viðkomandi sum skallaði verður skuldsettur fyri harðskap.

Í Klaksvík var eisini eitt harðskapsmál, har ein kvinna hevði sligin ein frammaná. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at málið verður kannað, tí at ikki er vist hvør kvinnan sum sló er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder