Uttanlands

Skulu hava seinna prikið við øðrum koppingarevni

Týskir borgarar undir 60 ár, sum eru koppsettir við koppingarevninum hjá AstraZeneca, skulu fáa annað koppingarevni, tá tey skulu koppsetast aðru ferð, hava landsins heilsumyndugleikar avgjørt – Hetta ætlar Danmark eisini at bjóða sínum borgarum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-14 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

30. mars boðaði Týskland frá, at mann ikki longur fór at bjóða fólki undir 60 ár at verða koppsett við koppingarevninum hjá AstraZeneca, orsakað av teimum tilburðunum við blóðtøppi, sum vórðu skrásettir millum koppsett fólk, og nú er ein loysn funnin fyri tey, sum longu hava fingið fyrru koppsetingina frá AstraZeneca.

Heilumyndugleikarnir í Týsklandi eru vorðnir samdir um, at týskir borgarar undir 60 ár, sum hava fingið fyrru koppsetingina frá AstraZeneca, skulu fáa seinnu koppsetingina frá antin Moderna ella Pfizer/BioNTech.

Hendan avgerðin byggir á tilmæli, sum týska koppsetingarnevndin kom við í farnu viku.

Í eitt nú Stórabretlandi verður kannað, um tað ber til at blanda ymisk sløg av koppingarevni, men Heimsheilsustovnurin, WHO mælir ikki til at koppseta ein persón við tveimum ymiskum sløgum av koppingarevni. Orsøkin er væntandi kunning um úrslitið av hesum.

Týska heilsumálaráðið upplýsir, sambært Ritzau, at í minsta lagi 2,2 mió. týskarar undir 60 ár eru vorðnir koppsettir við koppingarevninum hjá AstraZeneca seinastu vikurnar. Í Danmark er talan um 149.000 fólk, sum hava fingið fyrru koppsetingina við AstraZeneca.

Í Danmark hevur AstraZeneca ikki verið í brúk síðan 11. mars, og í dag varð boðað frá, at tað er tikið úr donsku koppsetingarætlanini.

Danska heilsustýrið upplýsir eisini, sambært TV2, at tey fólkini, sum hava fingið fyrru koppsetingina við AstraZeneca, seinni kunnu fáa eitt annað koppingarevni, tá tey skulu koppsetast aðru ferð.

Hetta merkir sostatt, at allar bíleggingar og innbjóðingar til koppseting við AstraZeneca verða strikaðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder