Mentan

Slaktið eydnaðist sera væl

Kári Sørensen, fyriskipari sigur, at hann hevur bara fingið jaligar afturmeldingar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-09-17 11:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin var árliga tiltakið Slaktið í Havn. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á føroyskan landbúnað og kjøtframleiðslu, og tiltakið í ár eydnaðist sera væl, heldur Kári Sørensen, ið er ein av fyriskiparunum.

"Tiltakið eydnaðist øgiliga væl. Eg tori ikki at siga, um har vóru fleiri fólk enn í fjør, tað er eitt sindur ringt at meta um, tí í ár var økið størri, enn tað var í fjør," sigur Kári Sørensen.

Stórur áhugi var m.a. fyri at síggja, tá seyður varð flettur.

"Hóast vit í Føroyum eru von við at fletta seyð, virkar tað kortini sum okkurt forkunnugt hjá summum," sigur Kári Sørensen.

Nógvar barnafamiljur vitjaðu tiltakið, og børnini sóu út til at vera øgiliga áhugaði í øllum, sigur Kári Sørensen. Hann roknar við, at tey flestu, ið vitjaðu tiltakið vóru úr Havn, men har hevur helst verið fitt av bygdafólki eisini.

MBM, Smyril Line og Hotel Tórshavn vóru millum tey, ið veittu mat til tiltakið, og tá tiltakið var liðugt, var eingin matur eftir, so tað er eisini eitt tekin um, at tiltakið eydnaðist ótrúliga væl, heldur Kári Sørensen.

Tá djórini vórðu flett, høvdu tey eina uppboðssølu, har fólk kundu ogna sær kjøtið, ið varð flett á staðnum.

Neyta- og seyðakjøt varð eisini serverað á staðnum, men tað varð tó flett áðrenn tiltakið.

Kári Sørensen sigur, at hann hevur bert fingið jaligar afturmeldingar.

"Nú er hetta 3. árið, vit skipa fyri hesum, so nú vita fólk, hvat tey kunnu vænta," sigur hann.

Um tiltakið verður aftur næsta ár, dugir Kári Sørensen ikki at siga, men hann vónar, at hetta ikki var seinastu ferð, at skipað verður fyri tí.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder