Føroyski vinnukavaraskúlin hevur fingið endaligt loyvi frá myndugleikunum at fara undir at útbúgva slangukavarar her heima, boðar FareDive frá í tíðindaskrivi.
- Tá vinnukavarar kava við slangu fáa teir luftveitan av vatnskorpuni. Aðrastaðir í heiminum verður slangukaving brúkt framum aðrar mátar at skipa vinnukaving, sigur FaroeDive.
- Við vinnubrævi sum slangukavari víðkar ein munandi um sínar vinnumøguleikar. Millum annað hevur slangukavarin møguleika at arbeiða við amboðum og uppgávum, ið krevja orkuveiting av vatnskopuni t.d. sveising, boring, slíping, brenning, polering, injekting, hátrýstspuling og so framvegis, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Meira kann lesast á FaroeDive.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald