Uttanlands

Sleppa at ferðast til Italia uttan at fara í sóttarhald

Ætlanin hjá italsku stjórnini er at loyva ferðafólki úr ES, Stórabretlandi og Ísrael til landið miðskeiðis í hesum mánaðinum

Rom, Italia (Mynd: EPA)

Rom, Italia (Mynd: EPA)

2021-05-09 13:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Italska stjórnin arbeiðir í løtuni við eini ætlan um at loyva ferðafólki til landið uttan, at tey noyðast í sóttarhald við komu.

Sambært italska uttanríkismálaráðharranum, Luigi Di Maio, skulu ferðafólk sleppa frítt til landið longu miðskeiðis í hesum mánaðinum.

Ætlanin er nevniliga at strika kravið um fimm dagar langt sóttarhald fyri ferðafólk úr ES, Stórabretlandi og Ísrael um miðjan mai. Hetta skal tó bert verða galdandi fyri ferðafólk, sum eru liðugt koppsett fyri koronu, hava havt koronu innan fyri seinasta hálva árið, ella ferðafólk, sum kunnu vísa á negativt kanningarúrslit.

Frá juni mánað skal tað eisini bera til hjá ferðafólki úr USA at vitja Italia uttan at noyðast í sóttarhald, og frá oktober skal tað sama vera galdandi fyri ferðafólk úr Dubai.

Í løtuni skulu øll ferðandi til Italia verða staðfest negativ áðrenn tey koma til landið, umframt at tey skulu í sóttarhald í fimm dagar, og síðani skulu tey lata seg kanna fyri koronu enn einaferð.

Sambært Ritzau er talið á smittutilburðum í Italia minkandi, samstundis sum tað gongst væl hjá landinum at koppseta. Fleiri enn 27 prosent av teimum 60 mió. íbúgvunum í Italia eru koppsett í minsta lagi eina ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder