Uttanlands

Slóbrótandi heilivágur fyri kvinnur í yvirgangsaldri

Nýggjur heilivágur fyri kvinnur í yvirgangsaldrinum kemur skjótt á danska marknaðin

2023-12-28 12:36 Author image
Lív Rúnadóttir
placeholder

Fyri fleiri kvinnur í yvirgangsaldrinum, eru sokallaðir hitatúrar ein gerandistrupulleiki. Fram til nú, hevur tað einans verið heiligvágur, sum er bygdur uppá hormonala viðgerð, ið hevur verið brúktur. 

Hetta er ikki inkluderandi fyri allar kvinnur, tí eitt nú kvinnur, ið hava havt bróstkrabba, ella kvinnur, ið eru í vanda, fyri at fáa blóðpropp, ikki kunnu fáa hesa viðgerðina.

Nú er ein nýggjur heilivágur tó uppfunnin fyri at basa hita- og sveittatúrunum, sum fyri fyrstu ferð ikki er bygdur uppá hormonir. 

Heiligvágurin eitur Medioza, og er júst góðkendur av Evropeiska Læknamiðlaagenturinum. Heilivágurin kemur væntandi til Danmarkar síðst í januar. Hetta upplýsir Astellas Pharma Nordics fyri DR.DK.


Hetta er fyrstu ferð í tjúgu ár, at har kemur nýggjur heiligvágur fyri kvinnur í yvirgangsaldrinum, og hetta fegnst fleiri danskir læknar um. 


Fyrst í ár 2000, steðgaði nógv gransking innan hormonviðgerð, eftirsum fleiri kvinnur gjørdust sjúkar av honum, eitt nú við blóðproppi.

Læknar gjørdust varhugir við, at tað vóru fleiri trupulleikar við viðgerðini, enn áður hildið. Tað kann eitt nú vera vandamikið at geva ov nógv tilskot av kvinnuliga hormoninum østrogen.

Tað kann millum annað økja um vandan at fáa blóðpropp í heilan. Kvinnur, ið hava bróstkrabba, kunnu heldur ikki taka hendan heiligvágin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder