2018-09-21 16:49
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, hava nú undirskrivað samstarvsavtaluna um eina mentorskipan, ið fevnir um eitt royndartíðarskeið til 31. desember 2020.
Tórshavnar kommuna sigur á heimasíðuni, at yvirskipaða endamálið við mentorskipanini fyri ung í Tórshavnar kommunu er at veita eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til ung í aldrinum 12-18 ár, ið kunnu hava ymsar trupulleikar og sálarligar ampar at dragast við, og sum við vegleiðing frá sjálvbodnum mentorum, ið eru skúlaðir til endamálið, kunnu vera við til at stimbra og menna sjálvsvirði og trivnað hins unga.
Barnabati vendi sær til kommununa um møguleikan fyri samstarvi um slíka mentorskipan.
- Tú & Eg ráðgeving hevur staðfest tørv á slíkum miðvísum tilboði. Í Svøríki hevur man drúgvar royndir við mentorskipan til ung, og tað er henda leist, ið vit nú kunnu royna í Tórshavnar kommunu, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari.
Barnabati fer at standa fyri mentorskipanini. Aftrat er knýttur ein stýrisbólkur, ið m.a. annað skal tryggja nøktandi fakligt grundarlag og eftirmeting. Barnabati stendur eisini fyri at fáa til vega mentorar og útbúgva tey til uppgávuna. Barnabati setur eisini tann unga, ið ynskir ein mentor, saman við tí vaksna, ið hóskar best til ta ítøkiligu mentortilgongdina, ið vanliga varar eitt ár. Barnabati stendur harumframt fyri eftirmetingum bæði av skipanini sum heild og einstøku mentortilgongdini.
- Trivnaðarnevndin í Tórshavnar býráð hevur í rúma tíð arbeitt við ætlan um í nógv størri mun at skapa samstørv við felagsskapir um verkætlanir innan fyribyrging og heilsumenning. Avtalan við Barnabata er tí slóðbrótandi fyri aðrar ætlanir, ið nevndin arbeiðir við, fyrst og fremst fyri ung og innan fólkaheilsu sum heild, sigur Bergun Kass, forkvinna í trivnaðarnevndini.
Til tess at seta mentorskipanina til ung í verk hevur kommunan játtað kr. 250.000 í ár, og væntandi fer skipanin at kosta uml. kr. 500.000 um árið, ið kommunan sambært avtaluni fíggjar.
Meira verður at frætta um mentorskipanina, tá fyrireikingarnar eru komnar longri, sigur Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald