Innanlands

Smádrongur rýmdur frá foreldrunum

Politiið fann fram til pápan, sum leitaði eftir dronginum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-08-02 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um hálvgun fýra tíðina í gjár ringdi ein kvinna til løgregluna og boðaði frá, at ein smádrongur um trý-fýra ára aldur gekk einsamallur á Villingardalsvegnum í Havn.

Kvinnan var hjá dronginum, og løgreglan kom eisini á staðið. Roynt varð at práta við drongin, men tað hjálpti ikki til at finna útav hvar drongurin hoyrdi heima.

Ongin hevði meldað drongin saknaðan. Men løtu seinni – tað vóru gingnir einir 20 minuttir, upplýsir vakthavandi – kom ein politipatrúlja fram á ein mann, sum leitaði eftir soni sínum.

Maðurin og drongurin vórðu førdir saman, og alt spældi væl av.

Tað vísti seg, at drongurin hevði verið og hoyggja saman við familjuni longri uppi á Villingardalsvegnum, og at smádrongurin var farin til stroks uttan at tey vaksnu høvdu gáað eftir tí. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder