Innanlands

– Smærri vinnurekandi skulu rinda minni í partafelagsskatti

Vit ynskja eitt fjølbroytt vinnulív við nógvum smáum íverksetarum í staðin fyri nøkrum fáum fyritøkum, sum leggja tað mesta av vinnulívinum undir seg, segði Aksel V. Johannesen á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í dag

2021-08-28 14:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Javnaðarflokkurin vil gera gerandisdagin hjá íverksetarum og smærri vinnufyritøkum lættari. Tað segði Aksel V. Johannesen í formansrøðuni á landsfundinum í Sørvági í dag.

Flokkurin vil broyta partafelagsskattin hjá smærri fyritøkum, so tær rinda minni enn stórar fyritøkur.

- Búskapurin skal vaksa frá fólkinum, góðum hugskotum og virkishugi hjá fólki, sum hava hug at royna okkurt nýtt. Vit ynskja eitt fjølbroytt vinnulív við nógvum smáum íverksetarum í staðin fyri nøkrum fáum fyritøkum, sum leggja tað mesta av vinnulívinum undir seg, segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder