
- Umvælingararbeiði gongur betur enn væntað og sostatt fer Smyril
í vanliga ferðaætlan í kvøld, hóskvøld 27. Januar.
Hetta upplýsir Strandferðslan á heimasíðu sínari seinnapartin.
Tekniskt brek hevur verið á tí eina motorinum hjá Smyrli, sum tískil hevur siglt seinastu mongu túrarnar við bert trimum motorum.
Les eisini: Smyril siglir við trimum motorum - møguleiki fyri avlýsingum á Suðuroyarleiðini
Í gjár varð boðað frá einari broyttari ferðaætlan í dag og eisini fyri fríggjadegnum. Men nú er greitt, at Smyril siglur, umframt teir frammanundan lýstu túrarnar, eisini av Havnini kl. 21:15 í kvøld og síðani eftir vanligu ferðaætlanini í morgin, fríggjadagin 28.01.
Smyril siglur av Krambatanga aftur klokkan 17.
Fyri Bygdaleiðir í Suðuroy merkir brotyingin hjá Smyrli, at farið verður til vanligu ferðaætlanina fyri leið 700 og 701 í kvøld, soleiðis at koyrt verður frá Krambatanga umleið klokkan 23:15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald