Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur Snapchat mist 3 milliónir brúkarar. Í næsta ársfjórðingi í 2018 hevði Snapchat 188 mió. brúkarar, meðan talið var 191 mió. í fyrsta ársfjórðingi.
Minkandi talið er komi eftir at Snapchat hevur givið appini nýtt snið, sum hevur til endamáls at fáa brúkaran at samvirka meiri við og brúka meiri tíð uppá lýsingarnar, sum eru í appini.
Broytingarnar hava verið fyri hørðum atfinningum frá brúkarunum, sum siga, at appin er vorðin vánaligar at brúka og verri at samskifta við, skrivar TV2.
Eitt nú heimskenda Kylie Jenner varð sera atfinningarsom um broytingarnar og segði eftir dagføringina, at Snapchat nú var deytt.
Á hinari síðuni vaks umsetningurin hjá Snapchat til 262 milliónir dollarar í næsta ársfjórðingi. Umsetningurin fyri hvønn brúkara vaks seinasta árið frá 1,05 dollarar til 1,40 dollarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald