Amerikanski rúmdarstovnurin, Nasa, kundi í gjár boða frá, at tað var eydnast at flúgva eina løtu við lítlu tyrluni Ingenuity á Mars.
Hetta var ein søgulig hending, tí hetta var fyrstu ferð, at menniskjað hevði sent eitt far á flog á eini aðrari gongustjørnu.
Lítla tyrlan lyfti seg tríggjar metrar upp áðrenn hon lendi aftur. Flogferðin tók 39 sekund.
Ingenuity sendi eina mynd frá flogtúrinum, sum vísti skiggan av tyrluni á marsskorpuni.
Mynd tikin úr tyrluni av skugganum á marsskorpuni
- Vit kunnu nú siga, at menniskjað hevur flogið eina tyrlu á eini aðrari gongustjørnu, segði høvuðsverkfrøðingurin á verkætlanini Mimi Aung ovurfegin.
Hon sammetti hendingina við hendingina hjá Wright-brøðrunum, Orville og Wilbur, sum flugu á fyrsta sinni á jørðini í 1903.
Eitt evarska lítið petti av dúki frá flogfarinum hjá Wright-brøðrunum, Kitty Hawk, var fest á Ingenuity.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald