Uttanlands

Søguligur kommunistafundur í Kuba

Castro-brøðurnir stýra ikki longur landinum – nýggi ovastin er tann fyrsti, sum heldur ikki er hernaðarleiðari

Nýggi og fráfarandi floksskrivarin í kommunistaflokkinum, Miguel Diaz-Canel og Raul Castro (Mynd: EPA)

Nýggi og fráfarandi floksskrivarin í kommunistaflokkinum, Miguel Diaz-Canel og Raul Castro (Mynd: EPA)

2021-04-20 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kommunistaflokkurin í Kuba hevur nú endað fýra daga langa floksfundin, og nýggjur floksleiðari er funnin. Sum væntað fall valið á 60 ára gamla Miguel Díaz-Canel.

Floksfundurin gjørdist søguligur, tí harvið endaði eisini tíðarskeiðið við Castro á odda fyri oyggjaríkinum.

Díaz-Canel hevur longu verið landsins forseti síðan 2018, men fær nú eisini mætasta sessin í Kuba, nevniliga sum fyrstiskrivari í kommunistaflokkinum, PCC.

Miguel Díaz-Canel gerst sostatt eisini fyrsti leiðari í Kuba, sum ikki er hernaðarleiðari.

Við avgerðini hjá 89 ára gamla Raúl Castro um at fara frá, endaði eisini tíðarskeiðið, sum byrjaði í 1959 tá beiggin, uppreistrarleiðarin Fidel Castro tók valdið. Tá Fidel Castro doyði í 2016, tók bróðurin, Raúl Castro við.

Eisini tveir aðrir persónar frá kollveltingartíðarskeiðinum hava tikið seg aftur, nevniliga 90 ára gamli José Ramón Machado Ventura, nummar tvey í flokkinum, og 88 ára gamli kommandørurin, Ramiro Valdés.

Men hóast yngri kreftir nú hava tikið yvir, skal ikki roknast við stórum broytingum í politikkinum.

Tað er fyrst av øllum búskapurin, sum leggur trýst á politikararnar í Kuba. Kubanski búskapurin fall við 11 prosentum í fjør, og tað er størsta niðurgongdin síðan 1993.

Amerikansk revsitiltøk hava leingi plágað kubanska samfelagið og hartil kemur koronafarsóttin sum ein nýggj hóttan. Methøg inflasjón, trot á neyðugum vørum, langar bíðirøðir eftir neyðsynjarvørum og stór misnøgd yvir avmarkaða frælsið eru nakrar av avbjóðingunum hjá nýggja kubanska leiðaranum.

Viðurskiftini við USA versnaðu undir Donald Trump forseta, og vónirnar eru nú um at fáa í lag betri viðurskifti, nú Joe Biden hevur tikið yvir, tí hann í valstríðnum lovaði at linka um revsitiltøkini móti Kuba. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder