36 ára gamli maðurin, sum mánadagin varð handtikin av løgregluni í Oslo fyri at hava skotið ein kendan verjuadvokat, vísti seg at vera sonur hansara.
Tað kom fram í sambandi við avhoyringarnar í málinum.
Drápið hendi um 21-tíðina mánakvøldið í íbúðini hjá 70 ára gamla verjuadvokatinum Tor Kjærvik í Røa býarpartinum í Oslo.
Les: Kendur verjuadvokatur dripin í Oslo
Fleiri vitni greiddi løgregluni frá, at tey hoyrdu sjey skot frá einum vápni.
- Handtikni maðurin ringdi sjálvur til løgregluna og meldaði seg, upplýsti løgreglan í gjár.
Enn er óvist, hvørji motivini eru fyri drápinum. Løgreglan upplýsir eisini, at onki bendir á, at fleiri fólk verða handtikin og skuldsett í málinum. Men umframt at drepa pápa sín, verður maðurin eisini skuldsettur fyri drápsroynd móti sambúgvanum, sum eisini var í íbúðini, tá sonurin kom á gátt. Meira ynskir løgreglan ikki at siga um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald