Fyrst í øldini varð tann lógin, ið tryggjaði, at eitt alment umboðsfólk sat í øllum nevndum hjá privatum bankum og fíggjarstovum, strikað. Men formaðurin fyri fólkatingsbólkin hjá sosialdemokratunum, Henrik Sass Larsen vil hava almenn umboðsfólk aftur í bankanevndirnar.
Hetta kemur eftir, at málið um hvítvask av pengum í einari deild hjá Danske Bank kom fram.
Sosialdemokratarnir hava eisini fleiri boð uppá, hvør kundi umboðað tað almenna í bankanevndunum.
Sambært Henrik Sass Larsen kundi Poul Nyrup Rasmussen ella Mogens Lykketoft verið eitt gott boð.
Tó fegnast danska stjórnin ikki um hetta uppskotið.
Rasmus Jarlov úr Det Konservativ Folkeparti sigur seg vera øgiliga skeptiskur yvirfyri uppskotinum.
"Tað er heilt vist, at vit skulu hava betri eftirlit, so slíkt ikki hendur aftur, men eg dugi ikki at síggja fyri mær, at vit skulu hálvtjóðartaka bankar við at krevja, at eitt umboð hjá statinum skal sita sum nevndarlimur í bankunum," sigur hann sambært DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald