2021-08-31 09:15

Tíðliga í morgun varð ein neyðrakett sædd í Nólsoyarfirði.
Tað var klokkan fimm í morgun, at tveir persónar í ávikavíst Hoyvík og Havnadali boðaðu frá, at teir høvdu sæð neyðrakettina út fyri Argjalandið.
Løgreglan fór út at kanna framvið og út frá landi, men einki óvanligt var at síggja, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald